Frakland, Tyskland og Portugal eru sum væntað víðari úr bólki F, men størsta rósið fer til Ungarn, fyri at spæla upp ímóti øllum trimum favorittunum. Tveir javnleikir og eitt tap móti endanum av dystinum móti Portugal er tó ikki nokk, til at koma víðari.
Frakland er vinnarin av bólkinum, eftir 2-2 javnleikin móti Portugal í dag. Tað var annars Portugal, sum kom á odda við máli frá Cristiano Ronaldo upp á brotsspark. Málverjin hjá Fraklandi, Hugo Lloris, mundi verða heppin, at hann bara fekk gult kort, tá hann rendi í Danilo hjá Portugal.
Í hinum endanum vóru fraklendingar ótrúliga hepnir, at fáa brotsspark tá Kylian Mbappé datt lættliga í brotsteiginum. Tað er ilt at síggja, at talan er um brotsspark, men tá dómarin hevði bríksað, so mótmælti VAR ikki. Karim Benzema umsetti til mál.
Í seinna hálvleiki kom Frakland á odda longu aftaná tveir minuttir. Aftur var málskjúttin Karim Benzema. Eina løtu var Portugal úti av EM, men við enn einum brotssparki javnaði Cristiano Ronaldo, sum nú hevur skorað 109 mál í altjóða fótbólti.
Í Munchen var heimaliðið stórur favorittur, tá Ungarn var á vitjan. Tað vóru tó gestirnir, sum komu á odda, tá Adam Szalai stútaði eitt innlegg flott í mál. Týskland var nú úti av EM – og tí løgdu teir nógv fyri at fáa útjavnandi málið.
Forloysandi málið kom tjúgu minuttir inn í seinna hálvleiki, tá Kai Havertz takkaði fyri eina gávu frá málverjanum hjá Ungarn. Fagnaður vardi í ein minutt, tí tá skoraði Ungarn aftur. Andras Schafer tveittir seg millum málverja og verjuna, og stútaði bóltin í málið.
Aftur var Týskland úti av EM og herjaði á. Tað úrslit, tá Leon Goretzka seks minuttir fyri tíð javnaði við góðum skoti. Tá var ongin orka eftir í Ungarn, sum nú eri úti av EM. Frakland skal spæla móti Sveis, Týskland skal spæla móti Onglandi og Portugal skal møta Belgia.
Bólkur F:
Týskland – Ungarn 2-2
Portugal – Frakland 2-2
Støðan:
1: Frakland 5(stig) +1(málmunur)
2: Týskland 4 +1
3: Portugal 4 +1
4: Ungarn 1 -3











