Bókin um harðskap ímóti kvinnum skapar kjak

Bæði menn og kvinnur hava sett seg í samband við meg, síðani bókin um harðskap í Føroyum kom út

 

Stórur áhugi hevur verið fyri bókini ”Um bara hann sló meg”, sum sálarfrøðingurin Súsanna O. Skaale gav út herfyri.

 

– Eg havi fingið nógvar og sterkar reaktiónir frá fólki, síðani bókin kom út, og nógv fólk hava vent sær til mín við bæði viðmerkingum og spurningum, greiðir Sùsanna Olafsdóttir frá.

 

– Bókin hevur sett orð á nakað, sum fyllir í samfelagnum, men sum tað er tabu at tosa um. Tað eru helst nógv fólk, sum uppliva harðskap, men sum ikki duga at seta orð á hann, og eg merki á afturmeldingunum, at hetta er ein stórur trupulleiki í Føroyum, sigur Súsanna.

 

Eitt, sum kann tykjast undrunarvert, er, at tað hava verið sterkar reaktiónir frá monnum – ikki bara kvinnum, sum tú kanka kundi væntað. Kjak hevur eisini tikið seg upp á sosialu miðlunum um, at tað ikki bara eru menn sum fremja harðskap móti kvinnum – tað øvugta er seg eisini galdandi. 

 

Súsanna gleðist um, at hon bæði fær afturmeldingar frá kvinnum og monnum, og hon er greið yvir, at hetta í ávísum kjakum er gjørt til ein kynsspurning.

 

– Tøl uttanlands vísa á at tað í størri mun eru kvinnur sum eru fyri harðskapi, men samstundis er tað sjálvsagt greitt at menn eisini eru fyri harðskapi, tó ikki í líka stóran mun. Fyri mítt viðkomandi sum sálarfrøðingur hevur tað í høvuðsheitum verið fyribrigdið ”sálarligur harðskapur”  sum er ein áhugaverdur spurningur. Orsøkin til, at tað júst eru fimm kvinnur, sum siga sína søgu í bókini er, at eg havi verið knýtt at Kvinnuhúsinum seinasta árið, sigur Súsanna Olafsdóttir Skaale.

 

- Eg veit, at hetta er nakað, sum rakar bæði kynini, og bæði kvinnur og menn, sum hava verið fyri harðskapi, hava vent sær til mín. Tey siga til dømis »Nú veit eg, hvat tað er, sum hendi« ella »akkurát soleiðis var tað«. Onkur hevur eisini vent sær til mín við spurningum, sum »Eg kenni meg aftur í bókini, hvat geri eg nú?«, greiðir Súsanna frá.  

 

Bókin hevur ligið fremt á sølulistanum síðani, hon kom út, og høvið verður at hitta og práta við Súsannu O. Skaale leygardagin 14. desember kl 16, tá hon fer at signera bøkur í Gamla Bókahandli.