Bókaframløga útsett

Rigmor R. Dam hevur skrivað eina kenslunemandi bók um føroyskar kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong

 

Ætlanin var at leggja bókina fram á mentanarnáttini 7. juni kl. 20, men av tí at verkfall er, er framløgan útsett til fríggjadagin 14. juni. kl. 20.

 

Forlagið Sprotin skrivar, at Rigmor R. Dam hevur skrivað eina kenslunemandi bók um føroyskar kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong. Mangan frá fleiri børnum, mangan frá manni, ið sigldi og ikki fekk tikið sær av børnunum. Hvørjar vóru avleiðingarnar, tá ið mamma soleiðis doyði frá sínum?