Farna vikuskiftið var FM fyri pør í bridge í Bridgehúsinum í Havn.
19 pør tóku lut í kappingini, og harímillum nógv nýggj andlit, sum tóku lut í FM kappingini á fyrsta sinni. Spæld vóru tilsamans 76 spøl. Pørini, ið vanliga eru favorittar til hesar kappingarnar, løgdu seg beinanvegin á odda, men sum kappingin leið løgdu Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen sjógv millum seg og kappingarneytarnar og vunnu kappinginahttp://umsiting.in.fo/ greitt.
Hetta er fimta ferðin, at teir báðir fara við FM heitinum fyri pør. Kappingin var væl skipað og gekk væl. Kappingarleiðari var Símun Lassaberg. Pørini, sum endaðu yvir miðal vóru hesi:
1. Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen 141 stig
2. Rói á Rógvu Joensen og Egil Sondum 99
3. Allan Dal-Christiansen og Magni Jøkladal 84
4. Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr 73
5. Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen 61
6. Jens Pauli G. Nolsøe og Vigfús Pálsson 45
7. Ingibjørg Dam Hansen og Oddmar Danielsen 40
8. Jákup Hjaltalin og Dia Jacobsen 10