Landsliðsleikarin Bogi Løkin er í hesum døgum til royndarvenjing hjá Superligufelagnum AC Horsens. 20 ára gamli miðvallarin hevur eina viku til at sannføra leiðsluna í felagnum.
Hóast sín unga aldur var Bogi Løkin kosin ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti í 2007. Fyrsta málið í landsliðsbúnanum kom eisini, tá hann legði Føroyar á odda ímóti Eysturríki á Tórsvølli í oktober.