Rugby er ikki ein stór ítróttargrein í norðurlondum. Í teimum bretsku londunum, og commonwealth londunum er kortini talan um eina størri ítróttargrein. Ì teimum latínamerikonsku og latínevropeisku londunum er rugby eisini ein rímiliga stór ítróttargrein.
Bogi Krossteig úr Havn, sum fólk kenna sum H71-spælara og lívligan HB-fjeppara er farin í holt við eitt ævintýr, sum rugby-yrkisspælari í tí bestu portugisisku rugby-deildini.
Bogi hevur gjørt ein leigusáttmála uppá tríggjar mánaðir, har hann skal royna seg við liðnum Tecnico, sum er eitt rugby-lið í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon. Sum yngri droymdi Bogi um at koma langt, sum hondbóltsspælari, men tað gjørdist also innan rugby, at hann bleiv yrkisspælari.
Hann gerst tó ikki miljóningur av at spæla rugby í Portugal. Hann hevur fingið eina íbúð, og fær somikið av peningi, at hann klárar seg.
Seinnu árini hevur Bogi Krossteig spæltrugby við Frederiksberg í Danmark.
Í morgun prátaði Rás2 við Boga Krossteig. Tað ber til at hoyra samrøðuna við Boga undir greinini.