Við einum minutti skjótari enn danin Anders Michaelsen samanlagt gjørdist føroyingurin Bogi Kristiansen vinnari í Statoil Kring Føroyar kappingini 2001.
Bogi Kristiansen gjørdist nr. 2 í seinasta teininum á Streymoynni á heili 103 kilometrar aftanfyri Anders Michaelsen, men tað var nóg mikið hjá honum at tryggja sær sigurin.
Anders Michaelsen, sum súkklar í A bólkinum í Danmark, vann etapuna á Sandoynni fríggjadagin, og við Boga á fjórða plássi í tí etapuni lá Anders Michaelsen á odda í samlaðu støðuni.
Men við at vinna etapuna dagin eftir í Suðuroy á 55 kilometrar, var tað nóg mikið fyri Boga at koma á mál sjey sekund eftir Anders Michaelsen í teininum á Streymoynni, har súkklararnir komu á mál við Statoil støðina í Gundadali.
Gott føroyskt avrik
Bogi Kristiansen var sostatt sigursharrin í Føroya størstu súkklukapping, og í samanlagdu 275 kilometrunum hevði hann tíðina 8 tímar, 11 minuttir og 25 sekund. Anders Michaelsen á øðrum plássi hevði tíðina 8 tímar, 12 minuttir og 3 sekund, og sostatt vóru 38 sekund millum hesar báðar fremstu á teimum 275 kilometrunum.
Men umframt at ein føroyingur vann, gjørdust tríggir føroyingar millum fýra teir fremstu. Gunnar Dahl Olsen gjørdist nr. 3 í samlaðu støðuni, meðan Jóhann Brend kom samanlagt at liggja á einum fjórða plássi.
Hetta má sigast at vera eitt gott føroyskt avrik, og er tað eisini at staðfesting av, at føroysk súkkling er í menning.
Eysturoyarteinurin kostaði Michaelsen sigurin
Um vit hyggja at teimum fimm teinunum, sum súkklaðir eru, sæst, at Anders Michaelsen søplaði sigurin burtur í næsta teininum í Eysturoynni.
Danski súkklarin í A bólkinum gjørdist nevniliga nr. 12 á hesum teini, og kom hann á mál 47 sekund eftir samanlagda vinnaran Boga Kristiansen. Michaelsen vann prologin, sandoyarteinin og seinasta teinin á Streymoynni, meðan hann gjørdist nr. 2 í Suðuroy, og skuldi tað við hesum avrikum verið nóg mikið hjá honum at vinna samanlagt. Men tá hann snávaði í eysturoyarteininum og endaði á einum tólvta plássi, var tað hetta, sum í síðsta enda kostaði honum.
Bogi Kristiansen gjørdist nr. 4 í prologinum í Klaksvík og á Sandi, nr. 5 á Streymoynni, síðani vann hann teinin í Suðuroy og gjørdist nr. 2 í seinasta teininum í Havn.
Tann lítli minutturin millum Boga og Anders í Eysturoynni kom sostatt í seinasta enda at vera avgerandi fyri samanlagda úrslitið.
Bogi havt eitt gott ár
Við sigrinum í Statoil Kring Føroyar hevur Bogi Kristiansen fingið enn eitt gott úrslit, og seinastu tíðina hevur hann veruliga havt vind í seglunum.
Bogi gjørdist fyri ikki so langari tíð síðani nr. 1 í Danmarkmeistaheitinum fyri súkklarar yvir 30 ár, og er hetta eitt sera gott úrslit. Umframt tað fekk Bogi bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikunum á Man fyri stuttum, og hevur hann sostatt fingið trý sera góð úrslit seinastu tíðina.
Gølan hevði sína ávirkan
Bogi Kristiansen var ikki at roknað millum favorittarnar áðrenn kappingina, tí umframt føroyingin Rógva Johansen í A bólkinum vóru fleiri aðrir danskir A súkklarar við frá byrjan. Men sum lesast kann um aðrastaðni í blaðnum, vóru hesir ikki við eftir teinin í Eysturoynni, og tískil hevði tað stóra ávirkan á samlaða úrslitið.
Jannik Petersen lá nevniliga á odda í samlaðu støðuni eftir eysturoyarteinin, og var hann ein av avgjørdu favorittunum at vinna kappingina. Eisini lógu Janus Jørgensen og Rene Jochumsen væl fyri, men hesir saman við Rógva Johansen valdu allir at taka seg úr.
Um teir høvdu hildið á, hevði samlaða úrslitið sjálvsagt verið øðrvísið, tí talan er um sera góðar súkklarar, sum eisini gera seg galdandi í stórum kappingum í Danmark.
Kappingin vekir áhuga uttanlanda
Statoil Kring Føroyar kappingin sær út til at vera komin fyri at vera. Luttakaratalið økist ár um ár, samstundis sum støði eisini hækkar. Fleiri og fleiri danir leita hendavegin, og í framtíðini verður møguleiki fyri, at onnur lond eisini verða umboðað.
Tórshavnar Súkklufelag hevur nevniliga havt samband við m.a. hetlendskar súkklarar, meðan súkklarar frá øðrum oyggjabólkum eisini hava víst áhuga.
Danska súkklublaðið hevur eisini umrøtt Statoil Kring Føroyar, sum júst er farin aftur um bak, og vóru tað sera góð ummæli, sum kappingin fekk. Hetta er vónandi við til at fáa fleiri súkklarar at koma til Føroya at luttaka í hesi kapping í framtíðini. Gunnar Dahl Olsen, formaður í Tórshavnar Súkklufelag, sigur við Sosialin, at útlendingar hava víst stóran áhuga, og at møguleiki fyri luttøku aðrastaðni frá enn í Danmark er góður.
Sostatt kunnu vit síggja fram til eina góða, spennandi og sterka Statoil Kring Føroyar kapping komandi ár og vóna sjálvandi, at menningin í føroyskari súkkling heldur á.










