Nú er eitt ár farið, síðan vit fingu tey tungu boð, at tú ikki vart millum okkum longur.
Tað var ikki í okkara huga, tá tú fórt til Danmarkar í septembur í fjør, at vit ikki skuldu síggja teg aftur.
Tú vart so glaður fyri at ganga í skúla.
Tá tú skuldi fara heim tann seinasta skúladagin, áðrenn tú fórt til Danmarkar til kanningar, komst tú inn aftur at minna á, at tú helst bleiv burtur í einar 4 dagar, og so komst tú aftur í skúla.
Men soleiðis skuldi ikki vera.
Tú hevði lært at virðismeta tey ting, vit ofta taka sum eina sjálvfylgju, og tú tordi at standa við tað.
Hóast tú alt lívið hevði havt mótgongd av sjúku, so merktu vit tað ikki á tær í gerandisdegnum.
Tú tókst lut í øllum sum hini, bara við meira lívsgleði og móti enn flest onnur.
Tí kom tað eisini sum ein skelkur fyri okkum, sum vóru saman við tær dagliga, at tú veruliga ikki komst aftur.
Tín lívsgleði og títt mót gjørdu, at vit ikki sóu, hvat tú hevði at stríðast við, og vit vóru tí ikki fyrireikað uppá, at tað ringasta kundi henda.
Nú sita vit her, spyrjandi – við sorgini og sakninum, men eisini við øllum teimum stuttligu og góðu minnunum, sum tú gavst okkum.
Tey hjálpa okkum við tíðini at taka tað góða fram, sum tú vart fyri okkum.
Hóast tú hevði tað trupult frá byrjanini av lívinum, so syrgdi tín familja fyri, at tú livdi lívið.
Tú vart við í øllum og kundi tí geva so nógvum so nógv.
Tað kunnu vit takka tykkum fyri Haldis, Arni, Rannva, Ári og Jógvan.
Tit stuðlaðu Boga og lótu hann liva, hóast tit kanska kundu valt at vart hann.
Tað er helst orsøkin til, at Bogi var tann, hann var.
Saknurin hjá tykkum er stórur. Má Gud vera við tykkum.
Vit vilja við hesum fáu orðum takka fyri Boga.
------
Tínir floksfelagar í Skúlanum á Argjahamri










