Einki sæst aftur til nakra nýskipan á skúlaøkinum í høvuðsstaðnum í uppskotinum til fíggjarætlan. Tað er skilaleyst, tá vit hugsa um, at hundraðtals foreldur og næmingar sita í bíðistøðu – eisini Birkilund bíðar.
Samstundis sum tað ljóðar úr Tórshavnar býráð, at ein heildarloysn skal finnast fyri skúlaøkið tey næstu 30 árini, so sæst einki aftur til hetta í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2014, sum er løgd fyri býráðið.
Næmingar, foreldur og lærarar í Kommunuskúlanum hanga í leysum lofti, tí tey vita ikki, hvat kommunan ætlar við skúlanum. Kommunuskúlin heldur til í gamla Argja skúla, í Kongagøtu og í barakkum við Sjónleikarhúsið. Á Venjingarskúlanum eru eisini stórir trupulleikar, tí har er neyðugt við umvælingum fyri nógvar milliónir. Sankta Frants skúli treingir eisini til ábøtur fyri milliónaupphæddir.
Seks milliónir eru settar av í ár til fyrireikandi arbeiði til skúlar, men tær standa órørdar, tí at kalla einki er hent á økinum. Samstundis ljóðar av ovastu rók í Tórshavnar kommunu, at ein ætlan skal gerast fyri skúlarnar tey næstu 30 árini. Kjarnin í hesum skal verða ein nýggjur Vesturskúli, sum Venjingarskúlin og Kommunuskúlin skulu savnast í. Á pappírinum kostar hesin í dag 180 milliónir krónur, og t.v.s at Vesturskúlin kostar minst 200 millónir krónur, tá ið hann møguliga einaferð verður veruleiki.
Útmeldingin hevur verið, at einki lán skal takast til slíka verkætlan, og ímeðan sita øll og bíða eftir, hvat býráðið ætlar. Hetta er ikki nóg gott, og hetta er hvørki í tráð trivnaðarkósina ella miðbýarætlanina í høvuðsstaðnum.
Vantandi politisk støðutakan
Kommunuskúlin, Venjingarskúlin og Sankta Frants hvørva ikki fyri tað, at býráðspolitikarar ganga og hugsa um ein nýggjan skúla. Hesir bygningar hvørva heldur ikki, tá ein møguligur nýggjur skúli er bygdur. T.v.s. at undir øllum umstøðum skulu hesir bygningar umvælast. Umvælingarnar av hesum trimum skúlum kosta leysliga mett aðrar 200 milliónir krónur, sama hvat teir verða brúktir til. Skulu vit halda fast um politisku tankaeksperimentini, so kostar ein stór skúlaumskipan einar 400 milliónir krónur tilsamans. 200 milliónir til nýggjan skúla, og aðrar 200 til gomlu skúlabygningarnar, sum kommunan framvegis hevur ábyrgdina av.
Gomlu bygningarnir kunnu seljast sigur onkur, men tað er óvist, um nakar tímir at keypa hesar gomlu skúlar og t.d. gera teir til ibúðir, skrivstovur ella onnur uppskot, sum hava verið frammi. Óvissan í hesum máli og vantandi politiski viljin at taka støðu til skúlaøkið er tíverri átaluverdur.
Eitt hugskot hevur verið, at Mentamálaráðið keypir Venjingarskúlan til Fróðskaparsetrið. Tórshavnar kommuna sendi fríggjadagin Mentamálaráðnum eitt uppskot til sølutilgongd, sum eisini ber í sær, at kommunan lutvíst umvælir skúlan, áðrenn landið yvirtekur. Kommunan átti langt síðani at havt tikið hetta samskifti við Mentamálaráðið upp. Men vit mugu bara bíða, brynja okkum við toli og síggja, hvussu leikur fer.
Tey neiligu siga, at gomlu skúlarnir verða ikki nóg góðir, hóast teir verða umvældir, men tey jaligu síggja møguleikar í verandi skúlum, bara teir verða nútímansgjørdir.
Vit hava tveir møguleikar. Ein er at umvæla teir tríggjar gomlu skúlarnar, so næmingarnir aftur fáa virðiligar umstøður. Tað kann kanska gerast fyri tilsamans 200-250 milliónir krónur yvir nøkur ár.
Tað hóskar væl inn í trivnað og lív í miðbýnum, at Kommunuskúlin veður varðveittur har, eins og Sankta Frants eisini liggur har. Í miðbýnum kunnu vit so fokusera upp á ferðslutrygd og trivnað ístaðin. Venjingarskúlin liggur væl fyri hjá børnum í Vesturbýnum, og hann skal sjálvandi umvælast, so hann eisini verður ein nútímans skúli, har næmingar og lærarar trívast.
Hin møguleikin er at byggja ein nýggjan væl útgjørdan Vesturskúla við øllum hentleikum, har møguleiki verður at byggja út, um tørvur verður á tí seinni. Skal ein Vesturskúli koma upp á tal, so má býráðið í stundini finna eina skilagóða búskaparliga loysn, so verkætlanin kann fara í gongd.
Vit politikarar eiga nú at vísa ábyrgd og taka støðu, so næmingar, foreldur og lærarar í miðbýarskúlunum greitt fáa at vita, hvat býráðið ætlar, og hvat tey kunnu vænta sær.
Birkilund bíðar eisini
Um fólk skulu tíma at búgva í mibýnum, so mugu eisini skúlar og ansingartilboð verða har. Tað leiðir meg til ein annan trupulleika, sum býráðið eisini eigur. Talan er um vøggustovuna og barnagarðin, Birkilund, ið er fongd við soppi, og sum í løtuni húsast í gomlu Vípuni og einum parti av Adventistaskúlanum. Her hava ovastu umboð fyri kommununa lovað foreldrum og starvsfólkum eina skjóta avgerð, men tey sita enn og bíða á øðrum ári. Eftir summarfrítíðina í 2012 fingu foreldrini i Birkilund á fundi við umboð fyri býráðið og umsitingina at vita, hvør fyribilsloysnin í Vípuni og Adventistaskúlanum var. Samstundis fingu tey lyfti um, at tað skuldi arbeiðast skjótt víðari fram ímóti eini endaligari loysn.
Tíðliga í ár vóru ovastu umboð fyri býráðið og umsitingina aftur á fundi við foreldrini og starvsfólkini í Birkilund. Tá fingu tey at vita, at um ein mánað fór at verða greitt, um Birkilund skuldi umvælast ella byggjast av nýggjum. Tað eru nú sjey mánaðir síðani, og foreldur og starvsfólk hava einki frætt aftur frá kommununi – tey sita enn og bíða. Heldur einki er sett av til Birkilund í fíggjarætlanini fyri 2014.
Økini, eg havi nevnt her, eru so vital og týðandi fyri trivnaðin og miðbýarætlanina, at pjakið má haldið uppat, so vit fáa greitt hesum nógvu borgarunum frá, hvat Tórshavnar býráð ætlar at gera við nevndu trupulleikar. Tað ber ikki til at halda fólki í óvissu so leingi, samstundis sum man breggjar sær av at vilja nakað veruligt við trivnaði og fólkatilflyting. Vit mugu í arbeiðsklæðini og taka nakrar støður, sum halda fram í tiðina.
Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin