Liðkappingin head-to-head í compound er í løtuni á skránni, har teir føroysku bogaskjúttarnir skjóta.
Facebook síðan hjá bogaskjóting í Føroyum skrivar júst nú, at bogaskjúttarnir hava skotið seg í finaluna í head-to-head kappingini, har Jersey bíðar í finaluni. Tað verður eisini sagt, at Jersey hevur eitt gott compound lið.
Seinast Føroyar vann head-to-head liðkappingina í compound var á Rhodos í 2007.