Bogaskjúttar mangla skjótibreyt

Vantandi umstøður at skjóta uttandura hevur ført til, at menningin er steðgað.

Bogaskjúttarnir í Føroyum líða undir ivasomum umstøðum. Tey trý feløgini í Føroyum, Tambar í Tórshavn, Ørvur í Runavík og Vágaskot í Vágum, hava øll høli til at skjóta í, men at skjóta uttandura ber snøgt sagt ikki til.

Tað er harmiligt, tí kappingarnar uttanlands, eitt nú oyggjaleikir, fara fram uttandura. At Føroyar ikki eigur uttandura skjótibreyt hevur ført til, at skjúttarnir, sum hava vunnið eina ørgrynnu av heiðursmerkjum á oyggjaleikunum, ikki fáa ment seg.

- Tað er ein sannroynd, at vit seinastu fýra árini fram ímóti seinastu oyggjaleikunum als ikki hava ment okkum, meðan hinar oyggjarnar hava tikið okkum aftur og helst eru farnar framvið okkum. Hetta meti eg avgjørt vera tí at vit ikki hava havt nøktandi uttandura umstøður, sigur Schandorff Vang, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya.

Meiri er at lesa um bogaskjóting í Sosialinum, sum er komin í handlarnar í dag.