Bogaskjóting: Jóannes setti føroyskt met

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri kapping í Runavík. Sunnudagin var kapping á 18 metra frástøðu. Heili fýra persónlig met og eitt føroyskt met blivu sett. Tað var Jóannes Poulsen, sum setti føroyskt met í Compound.

Hartil settu Oddmar Nielsen, Tóra Dinna Reynskor og Bárður Magnusson persónligt met í Recurve. Níggju skjúttar vóru møttir til kappingina, tveir í compound og sjey í recurve. Úrslitini gjørdust hesi:

Compound:

Jóannes Poulsen (Ø)           589 (persónligt / føroyskt met)

Nikkel Petersen (Ø)            565

Gullfinala:

Jóannes – Nikkel :               145 – 142 

##med2##

Recurve:

Oddmar Nielsen (Ø)                                 560 (persónligt met)

Eggaba Andreasen (V)                              526

Tóra Dinna Reynskor (V)                          503 (persónligt met)

Jógvan Petersen (Ø)                                 498

Bárður Magnusson (V)                             465 (persónligt met)

Hans Bogi Ellefsen (V)                              437

Benjamin Isaksen (Ø)                               360

Fjórðingsfinala finala:

Bárður – Jógvan : 4 – 6

Benjamin – Eggaba : 4 – 6

Tóra Dinna – Hans Bogi : 7 – 1

Hálvfinala:

Oddmar – Jógvan : 6 – 0

Tóra Dinna – Eggaba : 5 – 5 ( Shoot-off : 10 – 8 )

Bronsufinala:

Jógvan – Eggaba : 5 – 5 ( Shoot-off : 8 – 8 , Eggaba var nærri miðjuni)

Gullfinala:

Oddmar – Tóra Dinna : 6 – 0

Næsta kapping verður vikuskiftið 21. og 22. mars í hølinum hjá Tambar í Tórshavn.