Børnini trívast og mennast í Skopun

Síðan børnini fóru aftur í skúla eftir summarfrítíðina, hevur nógv virksemi verið í skúlanum á Herðuni í Skopun.

- Frítíðarskúlin er farin at halda til í skúlanum, og haraftrat hevur kommunan boðið sonevnt klubbtilboð til tey eldru skúlabørnini, sum ganga í Skopunar skúla. Umstøðurnar eru sera góðar, og nógv ymist er at takast við.

 

Soleiðis siga tey í Skopunar kommunu í dag.

 

Her verður víst á, at børnunum dáma sera væl at røra seg í høll skúlans, og í løtuni verður bíðað eftir nýggjari útgerð til gólvhockey og netum at seta upp, soleiðis at til ber at spæla eitt nú badminton og flogbólt.

 

- Haraftrat eru nógv ymisk borðspøl, verkstaður og bókasavn, har børnini í juniorklubbanum kunnu vera fyri seg sjálvi. Í løtuni verður eisini arbeitt við at gera nýtt spælipláss í skúlagarðinum. 

 

Sagt verður, at opið er í skúlanum hvønn dag frá tí, at børnini fáa frí í skúlanum til klokkan 16.30. Av og á er eisini kvøldaropið fyri teimum eldru, har tey eitt nú eta saman, eins og og skipað verður fyri ymiskum spølum og spurnarkapping.

 

- Tey elstu barnagarðsbørnini, sum skulu byrja í skúla næsta ár, vitja tríggjar ferðir um vikuna í skúlanum, har tey venja seg við skúlalívið og eru í fríkorteri saman við skúlanæmingunum.

 

Endamálið við hesum er at stuðla børnunum í skiftinum frá barnagarði til skúla, og samstundis hittast børnini, sum fyrr hava gingið í barnagarði saman, og hetta vísir seg at vera til mikla gleði fyri báðar partar.

 

- Kommunubussurin hevur eisini mangan verið hentur, serliga fyri barnagarðin, sum fleiri ferðir hevur verið útferðir við børnunum. Seinastu tíðina hevur hann eisini verið brúktur at koyra við Inn í Dal, har starvsfólk eina ferð um vikuna eru og svimja við barnagarðsbørnunum.  

 

Lagt verður aftrat, at í góðveðrinum fyrr í vikuni var skúlabólkurin útferð í bæði Húsavík og Skálavík, og yvirhøvur verður nógv gjørt til tess, at børnini í Skopun kunnu trívast og mennast.

 

##med2##