Børnini eru nógv betur fyri at lesa

Tað at fólkaskúlin hevur fingið fleiri tímar til byrjanarundirvísingina, og at lættlesitilfar og meiri tilfar er komið til lærugreinina føroyskt, hevur gjørt, at børn í dag læra nógv skjótari at lesa samanborið við fyri nøkrum árum síðan.

Tað at fólkaskúlin hevur fingið fleiri tímar til byrjanarundirvísingina, og at lættlesitilfar og meiri tilfar er komið til lærugreinina føroyskt, hevur gjørt, at børn í dag læra nógv skjótari at lesa samanborið við fyri nøkrum árum síðan.

 

Tað skrivar Skúlablaðið, sum hevur tosað við Anniku Høj. Hon hevur verið lærari í 13 ár,  starvast í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði og arbeiðir sum lesivegleiðari í Frískúlanum og Tofta skúla.

 

– Serliga síðstu 5-6 árini havi eg sæð eina stóra menning; børnini í 1. og 2. flokki eru nógv betur fyri at læra at lesa samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Tað kann eg staðfesta út frá lesiroyndum, sum eg geri nakrar ferðir um árið. Sernám í Eysturoynni hevur úrslit av lesiroyndum, sum eru gjørdar í skúlum í Eysturoynni síðstu sjey árini. Samanber tú úrslitini av lesiroyndum nú og fyri sjey árum síðan, so er munurin ógvuliga stórur. Granskingin, sum Karolina Matras og Katrin Næss hava gjørt á lesiøkinum, undirbyggir eisini hetta.

 

At nógv gott og mennandi tilfar er komið, er ein orsøk til stóru menningina, men at lærarar og tey, sum eru um børnini, eru tilvitað um málmenning, hevur størstan týdning fyri at røkka góð úrslit, heldur Annika Høj.

 

– Sum lesivegleiðari havi eg sæð stóra vinningin av, at lesivegleiðarar og lærarar arbeiða miðvíst saman um lesimenningina, og at tað beinanvegin verður sett inn við átøkum, um børnini ikki mennast, sum tey eiga. At tað eru fastir lærarar, sum arbeiða við innskúlingini og harvið fáa góðar royndir at taka sær av júst hesum, hevur eisini ógvuliga stóran týdning. Henda rutinan, lærararnir fáa at arbeiða í innskúlingini, kemur avgjørt næmingunum til góða.

 

Annika Høj hevur týtt og tillagað Málspølini, leikur og læra, sum Nám nýliga hevur givið út; Sonlis Joensen og Mirjam Høj, ið eru námsfrøðingur í Frískúlanum Kelduni, hevur roynt spølini í verki saman við teimum seks ára gomlu og síðan í innskúlingini. Tær hava royndarkoyrt málspølini, sum eru ætlað teimum seks ára gomlu, í fýra ár við sera góðum úrslitum.

 

– Eg havi ongantíð áður upplivað, at børn hoyra so væl ljóð, tá ið mann arbeiðir heilt miðvíst við teimum. Tað er ógvuliga stuttligt at síggja ágóðan av arbeiðinum, vit hava gjørt nú í fýra ár.