Sermerkta tiltakið hjá føroyska Team Rynkeby liðnum í summar, eydnaðist framúr væl. Tað kundi staðfestast í fabrikkini hjá Østrøm nú seinnapartin Á tí føroyska Team Rynkeby liðnum vóru 33 menn og kvinnur, og tey súkklaði úr Føroyum til París við tí endamáli at savna pening inn til børn við krabbameini, og familjur teirra. Tað gjørdu tey við at fyritøkur og einstaklingar meldaðu seg til sum stuðlar. Eisini fleiri kommunur stuðlaðu tiltakinum og eitt veitslukvøld á Hotel Føroyum gav eisini væl í kassan Og nú alt er gjørt upp, vísir tað seg, at tað eydnaðist teimum at savna heilar 970.000 krónur inn.
Og seinnapartin í dag var gávan handað Krabbameinsfelagnum, sum síðani letur teir út aftur til børn við krabbameini, og familjur teirra.
Tað var Finn Danberg, vinstrumegin á myndini, sum handaði Jákupi N. Olsen, formanni í Krabbameinsfelagnum, gávuna.
Jansy Gaardlykke, sum er ráðgevari hjá Krabbameinsfelagnum, var sjálv á liðnum, sum súkklaði til París, og hon sigur, at hetta er ein gáva, sum ger stóran mun í arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum.
|










