Børn úr ríkisfelagsskapinum heilsaðu Mary krúnprinsessu

Altjóða toppfundurin Children Need Arts – Global Summit bleiv settur í Keypmannahavn í dag.

Toppfundurin varpar ljós á týdningin sum list og mentan hevur á menningina hjá børnum.   

 

Til setanina framførdu børn og ung úr Føroyum, Grønlandi og Danmark eitt tónleikaverk, sum tey høvdu gjørt í felag. Verkið kallast ”Toner fra Rigsfællesskabet”.

 

Til setanina fingu børnini høvið at hitta Mary krúnprinsessu.

 

##med2##