Ymiskt er kring um landið, hvussu nógv verður gjørt burtur úr føstulávint, men í summum bygdum verður nógv gjørt burtur úr, bæði tá ræður um børn og vaksin.
Á Sandi byrjaðu tey smærru børnini at sláa tunnu í ungmannafelagshúsinum Virkinum klokkan 13.
Tá tey mongu børnini umsíðir høvdu brotið hesa fyrstu tunnuna, sum var fylt við gummibommum og sleikisneisum, fóru tey størru børnini undir at sláa sína tunnu.
Fyri løtu síðan var tunnan hjá teimum størru børnunum ikki brotin, men hon var illa farin og fór neyvan at halda leingi aftrat. Børnini - bæði dreingir og gentur - royndu av øllum alvi at bróta tunnuna.
Á slættanum vestan fyri Virkið hongur nú enn ein tunna, og um eina løtu fara tey vaksnu út um at sláa. Ein tunna er til kvinnur og ein er til menn, og hetta eru størri og sterkari tunnur enn tær, ið børnini hava sligið.
Nógv verður gjørt burtur úr føstulávintshaldinum á Sandi, og tað skuldi verið løgið, um menn ikki - enn sum áður - fara húsagongd, tá líður út á kvøldið.










