Flogrisin Boeing gjørdi ein »feil« í handfaringini av eini truplari ávaringarskipan í flogførum felagsins 737 MAX áðrenn tvær lagnutungar flogvanlukkur, sum hava kostað fleiri 300 fólkum lívið.
Tað sigur aðalfstjórin hjá Boeing, Dennis Muilenburg, í sambandi við heimsin størstu flogframsýning í Paris hetta vikuskiftið.
Tað skrivar AP tíðindastovan.
Fyrr í mánaðinum fanst amerikanski loftferðslumyndugleikin (FAA) at Boeing o segði, at nøkur av flogførunumkanska vóru útgjørd við lutum, sum ikki eru framleiddir á rættan hátt.
Eitt flogfar er ikki farið, fyri tað um ein av flapsunum ikki riggar. Men, leggur Boeing dent á, samskiftið millum myndugleikar, kundar og starvsfólk hevur ikki verið í lagi.
– Og tað skal ikki góðtakast, segði Dennis Muilenburg.
Fleiri av flogskiaprunum hjá Boeing hava funnist at Boeing fyri ikki at kunna teir um nýggja software í flogførunum.
– Vit hava heilt greitt gjørt ein feil í verksetingini av ávaringarskipanini, harmaðist forstjórin um framman fyri fjølmiðlafólkunum.
Boeing 737 MAX var tað best dámda hjá felagnum til tvær lagnutungar vanlukkur innan fimm mánaðir.
Tann seinasta vanlukkan var í Etiopia í mars, tá eitt flogfar av hesum sla hjá Ethiopian Airlins datt niður seks minuttir eftir fráfer frá Addis Abeba við 149 fólkum umborð.
Góðar fýra mánaðir frammanundan datt eitt Boeing 737 MAX-flogfar úr Lion Air 13 minuttir eftir fráferð úr indonesiska høvuðstaðnum jakarta. All tey 189 ferðafólkini umboðr doyðu.
Flogvanlukkurnar hava fingið fleiri lond og myndugleikar at halda vakið eyga við hetta flogfarið á jørðini. Eingin freist er ásett, nær flogførini skulu vera á veingjunum aftur.
/ritzau/