Í kvøld klokkan 18 við Djúpumýru í Klaksvík verður seinni dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt í fyrsta umfarinum í Champions League undankappingini. Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Hjalgrím Elttør verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Sendingin byrjar klokkan 17.15.
17 altjóða veddingarfyritøkur hella til enn ein sigur til Bodø/Glimt, ið vann 3-0 á heimavølli. Tó er Bodø/Glimt ikki líka greiður favorittur sum í tí fyrra dystinum í Bodø.
Oddsini uppá útisigur til Bodø/Glimt liggja millum 1,62 og 1,72. Oddsini uppá heimasigur til KÍ liggja millum 4,00 og 4,75.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,90 og 4,25.
Oddsini síggjast á myndini