Hóast tvey umfør eru eftir at leika er Bodø/Glimt longu staðfestur norskur meistari 2023.
Bodø/Glimt kundi við sigri á botnproppinum, Aalesund á heimavølli á Aspmyra leikvøllinum tryggja sær meistaraheitið.
Tað eydnaðist við einum 1-0 sigri, og so kundi meistaraskapsveitslan byrja.
Sigursmálið var eitt sjálvmál, ið var skotið átta minuttir undan steðginum.
Bodø/Glimt er fremst í deildini við 67 stigum. Brann Bergen er nummar tvey við 58 stigum, og Tromsø er nummar trý við 57 stigum.
Í fjør summar tapti Bodø/Glimt 1-3 fyri KÍ í Champions League undankappingini. Teir vunnu tó 3-0 á KÍ á heimavølli.
Molde sum við neyð og deyð megnaði at varpa KÍ úr Champions League undankappingini í summar er nummar fimm í deildini við 47 stigum.
Molde má vinna steypafinaluna móti júst Bodø/Glimt á Ullevaal leikvøllinum í Oslo leygardagin 9. desember, um Molde skal sleppa at royna seg í Europa Conference League undankappingini komandi kappingarár.