Beint eftir klokkan fimm í morgun fekk Eysturoyartunnilin óbodnar gestir. Arbeiðsfólkið trúði valla sínum egnu eygum, tá ið ein fremmandur bilur, sum einki hevði at gera í tunlinum, knappliga kom koyrandi ígjøgnum hann á veg til Havnar.
Men arbeiðsfólkið ringdu beinanvegin til løgregluna at boða frá óbodna gestinum, sum var farin í tunnilin á Toftum og koyrdi allan vegin ígjøgnum tunnilin.
Eysturoyartunnilin er arbeiðsøki, og tað er merkt bæði væl og virðiliga, og skelti vísa eisini, at har er ikki loyvt hjá óviðkomandi at fara.
Løgreglan fekk fatur á bilinum, tá ið hann kom úr tunlinum á Hvítanesi. Tey siga, at fýra ungir mans vóru í bilinum og illgruni er um, at rúsdrekka var uppi í, so í fyrstu syftu er blóðroynd tikin av bilførararnum.
Men enn veit løgreglan ikki, hvussu hetta málið skal avgreiðast. Tey siga, at hetta er eitt álvarsmál og tað er ikki vist, at bilførarin sleppur so lætt, at hann bara verður skuldsettur fyri at hava brotið ferðslulógina, so at hann fær eina bót, og kanska missur koyrikortið.
Nógv fólk arbeiðir í tunlinum, bæði á vegbreytini og upp undir loftinum, og verður niðurstøðan, at bilførarin hevur sett lív og heilsu í vága, kann hann verða ákærdur eftir revsilógini og so kann hann verða dømdur at sita í fongsli og at missa koyrikortið.
Tey siga, at tey eru ikki liðug við allar avhoyringarnar enn og tá ið tær eru lidnar, verður støða tikin til, hvat bilførarin verður skuldsettur fyri.
Og so veldst úrslitið av blóðroyndini eisini um, antin hann eisini verður ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.