Tað var umborð á grønlendska trolaranum, Tasiilaq, sum er gamli Christian í Grótinum, at nógvur roykur var. Orsøkin var arbeiði, sum var umborð, og fest varð í okkurt plastik. Talan var tó bara um nógvan royk. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og har spældi alt væl av.
Hetta er onnur fráboðanin um eld ella royk umborð á sama trolara á Skála seinsta mánaðin. 25. september var eisini boðað frá eldi umborð á Tasiilaq. Tá eisini eldur komin í okkurt tilfar, og sløkkiliðið kom á staðið.
– Tíbetur var tað ikki so álvarsamt, og eldurin var sløktur eftir lítlari løtu. Tað tók umleið ein tíma, so var alt yvirstaðið, bæði við avhoyringum og myndatøku og øðrum, sum hartil hoyrir, segði vaktleiðarin á politistøðini við in.fo 26. september.
Skúlapatruljan hjá løgregluni var eisini úti í norður- og miðøkinum í gjár og kannaði ferðsluna við skúlar.
– Har stóð væl til, og einki mál varð skrivað. Børnini vórðu sett av sum tey skuldu, og øll sótu íbundin, sum tey skuldu, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.