Bob Dylan Freddie Mercury í Klaksvík

Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, klokkan 21 verður sera forvitnislig konsert í spaniastovu í Klaksvík.

 

Á konsertini fara tey at spæla tónleik hjá Bob Dylan og Freddie Mercury.

 

Tann 24.mai í ár fylti skaldið, tónleikarin og sangarin, Bob Dylan, 70 ár og 5. septembur í ár vóru 65 ár liðin síðani tónleikarin, skaldið og sangarin í Queen, Freddy Mercury var føddur, men hann doyði av eyðkvæmi í 1991.

 

Tey, sum syngja og spæla vera Rani Nólsøe, sum spælir gittar og syngur, Páll Sólstein, sum spælir klaver, og Jógvan Fróði Baldvinsson, sum spælir bass.

Men harumframt fer Sámal Ravnsfjall at spæla gittar, og at sungja, Jón Jacobsen fer at syngja og, Andras Sólstein fer at spæla klarinett.

 

Fyri at gera kvøldið serliga forvitnisligt, fer Hanus Kamban, rithøvundur og Bob Dylan fjeppari, at halda fyrilestur um yrkjaran, sangaran og tónleikaran, sum hevur havt eina serstøðu á tónleikapallinum í eina hálva øld.

 

Harumframt fer Andras Sólstein, søgufrøðingur, tónleikari og Freddie Mercury fjeppari sigur frá um tónleikaran, skaldið og sangaran úr Onglandi, sum verður mettur at teljast ímillum teir allarstørstu.