Bob Dylan: Ein stórur heiður at fáa Nobelvirðislønina

Bob Dylan hevur loksins latið frætta frá sær, eftir at hann fekk Nobelvirðislønina í bókmentum

Bob Dylan varð málleysur, tá ið tað varð kunngjørt, at hann hevði fingið Nobelvirðislønina í bókmentum.

 

Tað fortaldi hann í gjárkvøldið, og tað er endurgivið í fleiri miðlum.

 

Tað eru tvær vikur síðani tað varð kunngjørt, at hann fekk Nobelvirðislønina, men síðani hevur hann ikki latið við seg koma í hesum sambandi, og nobelnevndin hevur heldur ikki fingið orðið á hann.

 

Men í gjárvkøldið lat hann loksins frætta frá sær, tá hann segði, at hann var málleysur av hesum, og at tað var ilt at trúgva.

 

Men nú hevur hann tosað við skrivaran í Nobelnevndini har hann hevur boðað henni frá, at hann er ómetaliga takksamur fyri heiðurin.

 

Og við Daily Telegraph segði hann, at letur tað seg upp á nakran máta gera, ætlar hann sær avgjørt at vera til staðar á hátíðarhaldinum, tá ið virðislønin skal handast.

 

Við blaðið sigur hann eisini, at hann hevði ilt við at trúgva hesum, og at hetta er ótrúligt.

- Hvør kann ganga við dreymum sum hesum, segði Bob Dylan.