Boð frá hægsta stað: Brót bara lógina!

Umboðsmaðurin verður ignoreraður. Eidesgaard floytaði t.d. á lógloysið í Tvøroyrar Kommunu. Og Kaj Leo hevur einki gjørt við tað, hóast greiðar ordrar frá løgtinginum. Hetta máar støðið undan rættartrygdini

Fólk, sum hava fingið myndugleika, skulu umsita hann eftir greiðum reglum - ikki eftir egnum tykki.

Tann varðin, vit ganga eftir, skal vera lógin - ikki korruptión og nepotisma.

Øll skulu ikki vera líka – men øll skulu vera líka fyri lógini.

Hetta er ikki ein sjálvfylgja. At vit hava lógir merkir ikki av sær sjálvum, at lógirnar verða fylgdar. Men hvør skal hava eftirlit við, at almennir myndugleikar halda tær lógir, teir skulu virka eftir?

Tað kunnu sjálvandi ikki vera myndugleikarnir sjálvir. Og tí fingu vit - eins og flest onnur lond - okkara Umboðsmann í 2001.

 

Má takast í álvara

Umboðsmaðurin hevur sera víðar heimildir í sínum eftirliti við landsins myndugleikum. Hann er hevjaður uppum alla vanliga fyrisiting.

Men umboðsmaðurin hevur ikki heimild at døma sjálvur. Myndugleikin skal liggja í hansara trúvirði. Tað, hann sigur, skal vera so væl grundað, at tað snøgt sagt má og skal takast í álvara.

Verður tað kortini ikki tikið í álvara tá umboðsmaðurin vísir á lógarbrot, verður støðið máað undan rættartrygdini. Tí so síggja myndugleikarnir, at tað ber til at bróta landsins lógir uttan, at tað fær nakra avleiðing.

Og tá er betur ongan umboðsmann at hava.

 

Tvøroyrar Kommuna í serflokki

Í 2007 gav umboðsmaðurin fleiri álvarsamar átalur, sum ikki fingu nøktandi avleiðingar.

Og tað er serliga ein myndugleiki í landinum, sum vísir seg at leggja líka í, hvat umboðsmaðurin sigur: Tvøroyar Kommuna.

Henda kommuna fekk álvarsama átalu, tá avloysari fyri leiðaran á Frítíðarskúlanum varð settur, og týðulig tekin vóru um nepotismu í málsviðgerðini.

Og í 2007 fekk kommunan aftur álvarsama átalu í sambandi við setan av brunaumsjónarmanni.

 

Vit kenna umsøkjararnar...

Sambært frágreiðing umboðsmansins um hetta mál, er heilt týðuligt, at tað ikki vóru lógir og reglugerðir, sum vóru avgerandi fyri setanina. Tað vóru persónar.

Og hetta helt leiðslan í kommununi vera í fínasta lagi!

Tá so umboðsmaðurin kom inn í málið, framdi kommunan ein klassiskan leik fyri at verja seg: Hon leyg! Fyrst leyg hon uppá fyrrverandi sløkkiliðsleiðaran, og síðani leyg hon uppá leiðaran fyri Brunaumsjón landsins!

Tá kommunan skuldi verja óreglusemið í sambandi við setanarsamrøðurnar í málinum, segði hon við umboðsmannin, at “Kommunalu starvsfólkini kenna annars umsøkjararnar so mikið væl frá lokalsamfelagnum, at kommunan ikki metir, at starvsfólkasamrøðan í sjálvum sær gav kommununi avgerandi nýggja vitan í mun til tað, sum sjálv umsóknin gjørdi”.

Kommunalu starvsfólkini kenna umsøkjararnar frá lokalsamfelagnum! Tað er tað, sum er avgerandi! Tað sigur kommunan sjálv! Og tað sigur hon í einum verjuskrivi til umboðsmannin!

Hetta er heilt ótrúligt. Og tað er ikki løgið, at Tvøroyrar kommuna fekk sera álvarsamar átalur frá umboðsmanninum. Tá hann lýsti framferðina hjá kommununi, nýtti hann m.a. hesar vendingar: “sera átaluvert”, “tað er atfinningarsamt”, “óskipað viðurskifti”, “als ikki nøktandi”, “alt ov long viðgerðartíð”, “álvarslig brek við viðgerðini”.

Kortini hevur kommunan síðani púra arrogant latið akkurát sum luft. Hon ásannar ongan feil, og maðurin, sum hevur verið fyri órætti, fær onga umbering!

 

Landsstýrið gjørdi einki

Umboðsmaðurin sendi frágreiðingina um málið til landsstýrismannin við kommunumálum. Men hann gjørdi einki.

Eisini táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fekk frágreiðingina. Men eisini hann læt akkurát sum luft.

Harvið blástemplaði undanfarna ABC-landsstýrið tey lógarbrot, sum Tvøroyrar Kommuna framdi.

Mann kundi ikki annað enn hugsa, at ein orsøk til hetta var, at leiðslan í kommununi og leiðslan í landsstýrinum hoyrdu til ein og saman flokk. Altso at talan var um klassiska korruptión.

 

Haldið kjaft!

Við einki at gera sendi Jóannes Eidesgaard eini ógvuliga greið boð borgararnar á Tvøroyri: Uppliva tit órætt, so haldið kjaft við tí!

Tí ein persónur sum stígur fram, og torir at klaga um ein almennan myndugleika, setir seg sjálvan í skotmála. Tað kann vera eitt stórt offur – men at nøkur gera tað, er við til at verja rættartrygdina.

Vit hava tørv á fólki, sum tora hetta.

Men tá hesi somu fólk síggja, at tað ongar sum helst avleiðingar fær, at ein myndugleiki brýtur landsins lógir, so virkar skipanin øvut. So verður úrslitið ein staðfesting av, at tað er í lagi at bróta landsins lógir.

Og hvør skal trína fram og gera vart við óreglusemi, tá niðurstøðan, eftir at óreglusemið er staðfest, er, at tað er í ordan? At tað ongar avleiðingar fær?

Maðurin, sum í hesum føri tók eitt stig fyri rættartrygdina og klagaði Tvøroyrar Kommunu, segði soleiðis við Dimmalætting 10. november “Antin eigur løgtingið at gera nakað við tær niðurstøður, sum umboðsmaðurin kemur við, ella eigur hann at vera avtikin. Tað, sum hendir í løtuni, er at halda fólk fyri gjøldur, tí vit brúka tíð og orku til at kæra, men tað fær ongar avleiðingar fyri tann, sum brýtur lógina.”

Frustratiónin er skiljandi. Og sleppa myndugleikarnir at ignorera umboðsmannin, so doyr stovnurin av sær sjálvum, tí fólk fara at halda uppat við at nýta hann. Eingin vil gera seg sjálvan til láturs.

 

Løgtingið krevur atgerð

Tá løgtingið í november viðgjørdi frágreiðing umboðsmansins fyri 2007, var tí eitt

greitt krav sett landsstýrinum: Bæði hendan og hinar álvarsomu ákærurnar skulu hava fylgjur!

Hetta er sjálvsagt. Løgtingið má krevja, at tess egni Umboðsmaður verður tikin í álvara.

Stutt eftir spurdi eg so løgmann, hvat hann hevði gjørt við málið. Hann svaraði 20. november, at "Eg vil tí tryggja, at landsstýrisfólkini taka átalurnar frá Umboðsmanninum til eftirtektar og taka neyðug stig."

Tað ljóðaði nú gott. Men tá eg spurdi aftur meira enn tveir mánaðir seinni, vóru framvegis eingi stig tikin.

Tjóðveldi fer sjálvsagt at fylgja málinum. Tí verður Umboðsmaðurin ignoreraður, eru boðini greið: Tað er í lagi at bróta lógina. Og tann, sum klagar um lógarbrot, kann enda sum rukka sjálvur!