Boðaðu frá arbeiðsóhappi

Fyri eini løtu síðani varð ringt til løgregluna at boða frá einum arbeiðsóhappi á uppsjóvarvirkinum hjá Varðanum á Tvøroyri.

Løgreglan sigur, at maður hevur fingið ein platt á beinið, ella beinið á honum er komið í klemmu, og tað er helst brotið. Sjúkrabilur varð sendur á staðið, og Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um hendingina