Boða politinum frá á netinum

Kanska tað verður gjørt ov lít­ið við at eggja fólki at av­dúka møguligar pusjarar í Fø­r­oy­­um – fólk, sum selja rús­evni. Tað eru nógv fólk, sum vita, hvør tað er, sum sel­ur. Og í okk­ara lítla landi eig­ur tað ikki at bera til ó­sædd­ur at fáast við slíkt virk­semi.

Men politiið hevur eina heim­a­síðu, www.politi.fo. Har ber til at geva pol­i­ti­num tipp og við­merk­ing­ar. Pol­­i­ti­ið heit­ir bein­leið­is á fólk um senda teim­um tipp:

»Poli­tiið hevur fyri neyð­­ini at fáa kunn­­ing frá fólki til tess at kunna fyri­­byrgja og greiða brots­gerð­ir og skapa trygg­leika í sam­fel­ag­num.

Um tú veitst okkurt, sum kann hjálpa pol­i­ti­num, kanst tú kunna pol­i­ti­ið á yms­an hátt, t. d. her á heim­a­síðuni. Tú kanst eis­ini ringja ella venda tær per­són­liga til politistøðina.

Hevur tú tipp ella við­merk­ing­ar til poli­ti­ið, kanst tú skriva í teig­ar­nar nið­an­fyri og trýsta á ”send”.«

Hetta er sera einfalt. Um­framt hetta, so eiga foreldur at vera meira vakin og fylgja við, hvat tey ungu fáast við. Tað er ein grund­leggj­andi skylda í tí at vera for­eld­ur. Systk­in og vin­fólk eiga eis­ini sýna hes­um á­huga, tí vit eiga øll »at varða um næsta okkara«, sum skriv­að stend­ur. Gera vit øll tað, so koma vit hes­um mein­ings­leysa trup­ul­leika til lívs.