Tað er ikki óhugsandi, at grindin, sum gjørdi landgongd í Ný Sælandi fyrr í vikuni, var ein fráboðan um jarðskjálvtan í Christchurch gjáranáttina. Carl Chr. Kinze, sum er ritstjóri á heimasíðuni hvaler.dk, sigur við TV2, at grindahvalurin brúkar ljóð at navigera eftir, og at óljóð ella trýstbylgjur frá eitt nú jarðskjálvta kunnu órógva hvalin, so hann fer av kós.
-Vit hava fyrr sæð, at hvalur, sum varnast magnetiskar broytingar í jørðini, leitar sær ímóti landi og endar uppi á turrum, sigur Carl Chr. Kinze.
Anders Kofoed, sum er lívfrøðingur og starvast hjá Danmarks Akvarium, vil heldur ikki útiloka, at samband kann vera ímillum jarðskjálvtan í Christchurch og grindina, sum gjørdi landgongd. Hann sigur, at vit hava fleiri tekin um, at djór varnast náttúruvanlukkur, áðrenn vit menniskju varnast tær.