Eftir mong ár í einum hoyggjhúsi, er ein BMW 507 Roadster frá 1957 hjá Elvis Presley komin aftur í aftur.
Bilurin var als ikki í góðum standi, og BMW hevur nýtt tvey ár uppá at seta bilin í uppruna stand, og er hann at síggja á teirra savni í Munchen til 10. august.
Elvis Presley keypti bilin, meðan hann gjørdi hertænastu í Tysklandi fyri amerikanska herin.
Hann sá bilin á kappkoyribreytini, har kendi bilførarin Hans Stuck koyrdi bilin, pg Elvis sá seinni bilin, tá hesin varð nýttur til at vísa fram fyri miðlunum.
Bilurin var hvítur, men Elvis valdi at sproyta hann reyðan. Bilurin hevur nú aftur upprunaliga hvíta litin.
Elvis keypti bilin í 1958 fyri 3750 dollarar.










