Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 6. februar vóru BMW 325i við 2,5 litra 6 syl. bensinmotori og 218 hk og Chevrolet Captiva við 3,2 litra V6 bensinmotori og 230 hk.
Fyrri bilurin sum varð royndarkoyrdur var BMW 325i, sum er ein væl útgjørdur og sportligur luksus sedan við við t.d leðurkabinu, 2-zone klimaanleggi og 18” hjólum.
Sum flest allir BMW verður hesin drivin av bakhjólunum. Tað gevur eina heilt annarleiðis koyriuppliving enn aðrir bilar í sama klassa. Bilurin koyrir sum ein dreymur, og vegfesti er heilt optimalt undir øllum koyriumstøðum. Ein gjøgnumførdur bilur í allar mátar, sum er gjørdur við stórum denti á koyrieginleikarnar, sum eru eitt av eyðkennunum hjá BMW.
Í viðførisrúminum upp á 420 litrar er einki eykahjól, tí RFT-dekk (Run Flat Tyre) eru standard í øllum útgávunum. Hesi dekk eru gjørd til at kunna koyra eitt strekki upp á minst 80 kilometrar við 80 km/t uttan luft.
Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar kr. 499.000, meðan bíligasta útgávan av BMW 300 kostar kr.380.000. BMW 325i kann síggjast og roynast hjá Sp/f Nordcar í Smiðjugerði.
Chevrolet Captiva
Seinni bilurin var ein 7-persóna Chevrolet Captiva í best útgjørdu útgávuni við allari útgerð sum t.d. leðurkabinu, el-stilling av førarasetrinum og 2-zone klimaanleggi.
Captiva er ein stórur og rúmligur frítíðarbilur við liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum.
Í hesi útgávuni við 3,2 litra V6 bensinmotori og snúningsmomenti upp á næstan 300 Nm er talan um ein luksus SUV. Bilurin hevur flott design og sær veruliga út av nøkrum við t.d. stórum síðuspeglum og dupultum útstoytsrørum. Allar trygdarskipanir eru innbygdar. Viðførisrúmið er 465 litrar við aftastu setrunum niðri.
Umframt hendan V6 motorin fæst Captiva eisini við 2,0 litra 4 syl. dieselmotori við 150 hk (320Nm) og 2,4 litra 4 syl. bensinmotori ið 136 hk (220 Nm).
Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar kr. 435.000. Annars kostar bíligasta útgávan av Captiva kr. 322.000. Bilurin kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin.
mg