BMW 100 ár

Týska verksmiðjan Bayerische Motoren Werke AG stytt BMW kann í hesum døgum hátíðarhalda at 100 ár eru liðin síðan verksmiðjan varð stovnað.

 

Verksmiðjan byrjaði við at gera flúgvaramotorar og seinni motorsúkklur.

 

Fyrsti bilurin var BMW Dixi, sum var ein Austin Seven frá 1927. Hesir ensku Austin vórðu gjørdir upp á licens í fleiri londum. Í Týsklandi varð hann framleiddur við navninum Dixi. Seinni keypti BMW verksmiðjuna, og kom hesin Austin Dixi ella Austin Seven at verða tann fyrsti bilurin, ið BMW framleiddi.

 

Í dag er BMW ein av heimsins størstu framleiðarum av bilum. Umframt BMW hoyra ensku Rolls-Royce og Mini eisini til BMW-konsernina.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/