Bloomberg afturvaldur

Michael Bloomberg varð í gjár afturvaldur til borgarstjóra í New York. Men sigurin gjørdist munandi meiri tepur, enn tey flestu høvdu væntað. Tá uppteljingin var liðug, hevði Bloomberg fingið 50 prosent av atkvøðunum. Demokratiski avbjóðarin, Bill Thompson, fekk 46 prosent.

Fjølmiðlarnir halda, at ríkmaðurin Bloomberg brúkti einar 100 milliónir dollarar ella umleið 500 milliónir krónur fyri at endurvinna borgarstjórasessin.

Michael Bloomber, sum er 67 ára gamal, fær rós fyri at hava gjørt New York til ein tryggari bý at búgva í, tí harðskapurin er nógv minkaður tey seinastu árini.