Løgmaður letur væl at samráðingunum millum teir fýra flokkarnar, sum ælta at skipa eina borgarliga samgongu, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Men tað er eitt mál, sum flokkarnir í øllum førum ikki eru samdir um. Tað er málið hjá Sambandsflokkinum at hækka blokkstuðulin aftur. Í valstríðnum hevur Sambandsflokkurin ført fram, at blokkstuðulin ella ríkisveitingin, skal prístalsregulerast. Tað er helst ein avgerð, sum Løgtingið sjálvt kann taka. Men Sambandsflokkurin ætlar, at ríkisveitingin skal prístalsregulerast við afturvirkandi kraft soleiðis, at vit fáa alt tað aftur, sum vit hava »mist« síðani 2002, tá allir hinir flokkarnir í borgarligu samgonguni hjá løgmanni saman við Tjóðveldinum gjørdu av at lækka og frysta blokkin.
Í sjónvarpfundinum fríggjakvøldið fyri valið vórðu allir floksformenninir spurdir, um blokkstuðulin skuldi hækka aftur. Allir uttan løgmaður svaraðu eitt klokkuklárt nei.
Sum skilst eru flokkarnir ikki komnir til blokkstuðulin enn. Tað er kanska eitt av eymu málunum. Men Poul Michelsen hevur sagt, at Framsókn fekk greitt at vita, at skuldu teir vera við, so skuldu teir góðtaka, at blokkstuðulin hækkar.
Ilt er at meta um, hvussu Fólkaflokkurin kann svølgja eina blokkstuðulshækkan ella um flokkurin brúka tað málið til at trýsta onkur av sínum málum ígjøgnum, eitt nú flatskattin. Løgmaður hevur eisini sum tann einasti floksleiðarin sagt, at skatturin ikki skal lækka.
Soleiðis kann blokkurin gerast snávingarsteinurin í royndini at skipa eitt nýtt, borgarligt landsstýrið.