Blokkniðurskurður og fíggjarlóg

Oddagrein

 

Formaður Tjóðveldisfloksins hóreiggjaði sær óført í útvarpinum herfyri, um hvussu flokkar hava bóltað rút og annað. Varaløgmaður, og løgið nokk ikki løgmaður, kommenteraði landsfundarsamtyktir hjá størsta andstøðuflokki við retorikki um at 80?ini og fylgjandi 90?ini fóru at koma umaftur, um Javnaðarflokkurin fekk makt sum hann hevði akt.


Nú kundi tað næstan ljóðað sum um tað var Javnaðarflokkurin, sum var lopin á leistum og hevði skorið blokkin niður við hálvtfjórðhundrað milliónum við einum pennastroki, men so er ikki. Samgongan hevur strongt búskapin óneyðugt við hesari bráu gerð nakrir mánaðar áðrenn valið. Fáa vit eina búskaparkreppu í næstu framtíð, so er adressan greið.


Tað er gott, um andstøðan hevur eitt alternativ til fíggjarlógina hjá samgonguni, tí ikki eru vónirnar góðar fyri einari semju millum andstøðu og samgongu á hesum øki ? sjálvt ein samgongusemja tykist ivasom. Vit vita hvat melodiurin verður frá nú av. Hvørja ferð tiltrongdar ábøtur ella justeringar fara at verða umrøddar, so kemur altíð spuringurin hvussu hetta nú skal fíggjast.


Svarið er púra greitt við at minka blokkniðurskurðin til eina meira hóvliga gongd. Hevur man ikki ráð til at reka vælferðarsamfelagið Føroyar í 2002, so leyp samgongan framav tá hon sendi hálvtfjórðhundrað milliónir retur til Nyrup fyri fíggjarárið 2002.


Vit vita hvar fíggingin á tiltrongdu ábøtunum ikki skal koma frá. Palliba er nóg mikið skattaður sum er. Samgongan og ikki minst Fólkaflokkurin mugu gera sær greitt, at um alneyðugu ábøturnar á samfelagið ikki kunnu fíggjast útfrá landskassans inntøkum sum er, so má antin blokkniðurskurðurin minkast ella má man fara, har pengarnir eru. Teir eru ikki hjá Palliba, so skattahækking og MVG hækking kemur ikki uppá tal.


So er tað, at man kann seta seg at hugsa um, hvussu ein av lægstu partafelagsskattum í Europa sampakkar við vælferðarsamfelagið Føroyar við einari hálvtfjórðhundrað milliónir minni heildarveiting næsta ár. Eins og borgarin má gera sær greitt, hvat ein minni heildarveiting merkir, so eigur vinnan eisini at hugsa um hetta álvarsmál. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava tíverri ikki upplýst fyri nøkrum, hvat konsekvensirnar verða av blokkniðurskurðinum, men eingin ávirkan er ikki svarið, tí blokkurin hevur verið medvirkandi til, at skattir á avgjøld á vinnuna eru lægri enn um eingin blokkur var.