Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir. Hendan bloggin hevur Húngerð N. Arge skrivað. Hetta er seinasti bloggurin í røðini.
Húngerð N. Arabo, bróstkrabbi í august 2016, sum 46 ára gomul
Eg fór til læknan í august 2016 við óbehag í bróstinum. Eg fekk at vita, at hatta var ein vatnsamling, sum konur millum 45 og 50 ár kundu fáa, men kommunulæknin sendi meg til mammografi fyri eina sikkurheits skyld. Har sóu tey okkurt, so eg bleiv send í scannaran dagin eftir. Óbehagið, sum eg fór til læknan við, hevði einki við krabbameinið at gera, so tað var sera gott, at kommunulæknin sendi meg til mammografi. Eg fekk at vita, frá røntgenlæknanum, at eg hevði helst einki følt til krabbaknútin í eitt ár afturat, sum hann sat. So gekk alt skjótt.
Eg var løgd undir skurð í Íslandi minni enn tvær vikur eftir diagnosuna. Eg kundi behalda bróstið, men teir skóru ein knút uppá 14mm burtur. Eg havi bara gott at bera bróstaklinikkini í Íslandi, har eg bleiv skorin. Tá eg kom heim aftur, so skuldi eg bíða nakrar vikur, áðrenn vit kundu tosa um eftirviðgerð. Íslendski læknin segði, at eg bert skuldi stráluviðgerast og taka hormonniðursetandi tablettir, men danski læknin, sum eg tosaði við á Landssjúkrahúsinum segði, at eg var á markinum fyri at skula hava kemo áðrenn strálir. Hann segði, at eg kundi velja sjálv. Hann segði, at 10 ára yvirlivilsisratan hjá einum við einum knúti sum mínum batnaði 2% við kemo og strálum í mun til bara strálir.
Hetta var ein løgin støða at vera í, men aftaná at hava hugsað um tað, og tosað við onkran, so avgjørdi eg at droppa kemo og fara beint til strálir. Hetta gjørdi eg so í december, har eg var í Íslandi til stráling, og 19 december var eg liðug við viðgerðina og kundi koma heim at halda jól. Eg skal so taka hormonniðursetandi tablettir í 10 ár og ganga til kontrol hvørt hálva ár.