Bloggan

John Berg – bygdasligur bygdamaður við stórum B

 

Í Blogguni í Dimmalætting nr.102 hevur Gunn Weihe Reinert forvitnisliga grein, ið nevnist ”Alt ger muuuuun.”

Lesi annars altíð við størsta áhuga ”bloggurnar” hjá hasum fittu ungu damunum.

Gunn kemur í hesi ”blogguni” inn á tað at selja ”ósunnan” mat í ”sunnum” pakningi og nevnir so - eftir hennara hugsan - hasar sjúkligu litirnar á mjólkapakkunum.

Citat: Eg veit ikki, eg skal bara hava mjólk. Havi ikki ordiliga brúk fyri forpoppaðum diggedari. Typiskt føroyskt. Alt skal broytast, og eingin veit hví og sera sjáldan hvussu. Bygdasligt. Citat endað.

Nú veit eg av góðum grundum ikki, hvat fitiinnihald er best fyri børn, men um eg vildi havt tey at drukkið eitt ávíst slag av mjólk, so hevði eg við ”psygologiskum” snildi koyrt ta mjólkina í tann pinkfarvaða pakkan – helst bygdasligt!!!

Well, nú til tað, eg vildi siga.

Vísandi til omanfyrinevnda citat, so er hetta at broyta litirnar á mjólkarpakkunum bygdasligt sambart Gunn.

Nú eri eg heilt úti at koyra, tí eg havi altíð hildið, at tey í teimum ”stóru” býunum ofta halda, at tey úti á bygdunum eru bygdaslig og konservativ og vilja ongar broytingar, hugsa bara um tøð og mold, so her eru Gunn og eg ikki heilt samd, skilji eg – veit annars ikki, hvar daman býr.

Hetta orðið ”bygdasligt” er ofta at hoyra og síggja í fjølmiðlunum.

Hevði verið áhugavert, um Gunn í næstu ”Bloggu” hevði kunna ”bloggað” okkum sína tulking av orðinum ”bygdasligt.”

Gleiði meg annars til fleiri ”bloggur”.