Blóðtøppur fekk Gullak at gevast

77 ára gamli Gullak Madsen úr Kvívík, men sum býr í Hirtshals, hevur selt reiðaríið Ruth

##med2##

 

Gullak Madsen hevur virkað sum reiðari og skipari í Hirtshals síðani 1988. So væl hevur gingist, at hann telur millum ríkastu menn í Danmark, og hevur javnan verið á listum, sum kunngera 100 tey ríkastu í Danmark.

 

Men nú hevur Gullak Madsen selt alt reiðaravirksemið.

 

Lesið eisini: Gullak selur milliarda fyritøku – døtur sleppa ikki at taka yvir

 

– Tað er eingin loyna, at eg helst hevði viljað, at næsta ættarlið fekk møguleikan at reka virkið víðari. Eg hava tríggjar fantastiskar døtur, sum hava allar egingleikar og viljan til at reka virkið víðari. Men tær eru ikki fiskarar á dekkinum, sum er eitt av krøvunum, sum verða sett fyri at kunna eiga eitt fiskifar í Danmark, endurgóvu vit Gullak Madsen fyri í morgun.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Gullak Madsen í tíðinunum á FM1 í kvøld, har hann millum annað greiðir frá, at tað var ein blóðtøppur á jólum fekk hann at gevast nú.