Blinken og Lavrov møttust á síðulinjuni

Harður orðadráttur hevur verið um russisku krígsførsluna í Ukraina, og her hevur kornavtalan, sum annars gongur út hin 18. mars, eisini verið umrødd.

Nú G20-londini halda fund í indiska høvuðsstaðnum, New Delhi, hava uttanríkisráðharrarnir í ávikavist USA og Russlandi møtt hvørjum øðrum á síðulinjuni, sum sagt verður.

 

Antony Blinken og Sergej Lavrov hava sambært Reuters ikki tosað saman í fleiri mánaðir.

 

Men, sambært amerikanskum keldum var prátið teirra millum stutt, minni enn 10 minuttir. Blinken vissaði Lavrov um, at USA fer at stuðla Ukraina so leingi, sum tað verður neyðugt.

 

Á G20-fundinum skal Antony Blinken eisini hava heitt á limalondini í felagsskapinum um framhaldandi at krevja, at Russland tekur sínar herdeildir úr aftur Ukraina.

 

Kjak hevur eisini verið um kornavtaluna, sum fekst í lag millum Russland og Ukraina við ST og Turkalandi sum meklarum.

 

Avtalan loyvir, at Ukraina - hóast kríggið - kann útflyta korn til heimsmarknaðin um Svartahavið, men hetta skal gerast undir eftirliti.

 

Hetta er ein avtala, sum tálmar einari ógvusligari hækking av matvøruprísum á heimsmarknaðinum og sum serliga hevði rakt menningarlondini meint. 

 

Á G20-fundinum er russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, eisini spurdur, um Russland vil endurnýggja kornavtaluna, sum annars gongur út hin 18. mars.

 

Russland hevur við vilja minkað um títtleikan við eftirlitum, og hetta hevur havt við sær, at nógv skip liggja og bíða, sum annars kundu flutt mat út í heimin.

 

Tíðindastovan AFP veit at siga, at harður orðadráttur stóðst av spurninginum um kornavtaluna, har víst varð á, at neyðugt er at tryggja matvørur til tey veikastu í heiminum.

 

Á fundinum legði Sergej Lavrov vesturheimin undir skammleyst at jarða kornavtaluna, sum hann tók til, tí vesturheimurin vil ikki linka revsititøkini mótvegis russiskum útflutningi.