Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, kom tíðliga í morgun til Beijing og hitti kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang. Tað eru fimm ár síðani, at ein amerikanskur uttanríkisráðharri seinast var í Kina.
Blinken er hægsta umboð fyri USA, sum vitjar Kina úr umsitingini hjá Joe Biden.
Vitjanin er nú støðan er sera spent millum Washington og Beijing. Trygdarráðgevin hjá Joe Biden hevur niðurtónað vánirnar fyri einum diplomatiskum gjøgnumbroti.
Blinken hevði onga viðmerking, tá hann kom til Kina, men hann segði undan ferðini, at USA vil sleppa undan, at spenningarnar millum tey bæði stórveldini enda í einum stríði.
BBC skrivar, at vitjanin hevur stóran týdning, og at tað yvirskipað hevur tríggjar raðfestingar: At skapa betri viðurskifti sum heild, at rudda slóð fyri meira og lættari samhandli og at sleppa undan kríggi. Blinken skuldi havt verið í Kina í februar, men vitjanin varð avlýst vegna kreppuna, sum stóðst av eini kinesiskari ballón, sum sveimaði yvir USA. USA helt, at talan var um ein njósnaraballón.
Embætismenn í amerikanska uttanríkisráðnum hava sagt, at kinesarar hava lagt stóran dent á ávaringar um, at tað er týdningarmikið at sleppa undan skeivum metingum og misskiljingum.
Vitjanin í Beijing heldur fram í morgin, tá Blinken skal hava fleiri samrøður við Qin. Samstundis skal hann hitta toppdiplomatin Wang Yi og møguliga eisini Xi Jinping, forseta.
Viðurskiftini millum USA og Kina hava verið vánalig leingi. Tey gjørdust verri, tá fyrrverandi forsetin, Donald Trump setti handilskríggj í verk ímóti Kina. Samstundis hava spenningar verið kring Taiwan, Hongkong og kríggið í Ukraina eins og kinesisk mannarættindabrot ímóti eitt nú uighurarnar í Xinjiang-landspartinum eru økt.
Í amerikonsku sendinevndini eru vónir um, at vitjanin fer at rudda slóð fyri regluligum fundum um handil millum tey bæði londini komandi mánaðirnar.
Biden forseti hevur sagt seg hava vón um, at hann um nakrar fáar mánaðir fer at hitta Xi forseta.
/ritzau/Reuters