Blindur við Rynkeby: - Tað er avbjóðandi og spennandi

- Maria Svabo Hansen er ein av førarunum hjá Una Rasmussen, og saman fara tey á tvísúkklu til París.

Tá ið Team Rynkeby fer úr Føroyum komandi summar, verður tað við einari heilt serstakari avbjóðing í ár, samanborið við undanfarin ár. Tí hesaferð verður ein tvísúkkla við, har Uni Rasmussen, sum er blindur, skal súkkla sum tann eini av tveimum, meðan Maria Svabo Hansen og Henrik Kølleskov skiftast um at vera førarar av súkkluni.

 

Tað kom so í lag, at áðrenn summarferiuna í ár sendu Maria Svabo Hansen, Henrik Kølleskov, Uni Rasmussen og kona hansara Emma Rasmussen inn umsókn til Team Rynkeby. Spurt varð tá um, um tey øll kundu koma við í einum serstøkum ferðalagi, har Uni slapp at súkkla til París við stuðli frá teimum báðum førarunum og somuleiðis konu síni, sum er á tænastutoyminum. Umsóknin varð gingin á møti og nú eru tey farin undir at venja seg við avbjóðingarnar, sum fylgja við hesum.

 

- Tað er krevjandi, tí ein stórur munur er, at tú skalt vera ógvuliga verbalur, meðan tú súkklar á tvísúkklu. Tí eg og Uni súkkla synkront, og tað merkir, at tað hevur stóran týdning, at Uni veit, nær man skal traðka hart og nær varliga, nær man bara skal trilla, nær man skal steðga, nær eitt sving er og so framvegis, sigur Maria Svabo Hansen.

 

Tær løtur, hon er førari á súkkluni, skal Henrik Kølleskov liggja við teirra lið og halda eyga við møguligum vandum og avbjóðingum fyri framman, og somuleiðis skal Maria halda eyga, meðan Henrik Kølleskov er førari.

 

- Tað er sera umráðandi, at vit eru tveir førarar og somuleiðis at vit hjálpast á vegnum, tí annars er ábyrgin alt ov stór fyri ein persón, sigur Maria Svabo Hansen.

 

Hon hevur verið við Team Rynkeby í trý ár – einaferð á tænastutoyminum og tvær ferðir á súkklu. Og nú kennir hon seg til reiðar at fara undir enn eina nýggja avbjóðing í súkkluregi, nevniliga, at seta seg á tvísúkkluna.

 

- Hetta er nakað heilt annað og setir aðrar treytir til alt liðið. Men fólk taka atlit til hvønn annan, so tað fer ivaleyst at ganga væl, sigur Maria Svabo Hansen. Hon og Uni Rasmussen kennast væl og tískil verður lætt hjá teimum at fara undir hesa stóru avbjóðing saman.

 

- Eg eri ótrúliga spent. Vit høvdu sent umsókn áðrenn túrin til París í ár, og ávegis til París hugsaði eg javnan um, hvussu tað nú man vera at súkkla við tvísúkklu á teimum ymisku vegastrekkjunum. Tað finna vit so útav komandi ár, sigur Maria Svabo Hansen.