Tríggir dystir hava í dag verið í Premier League í Onglandi.
Fyrsti dysturin í dag var millum Burnley og West Bromwich. Hóast Burnley hevði gott tamarhald á dystinum, og var á odda 2-0, so eydnaðist tað West Bromwich at koma innaftur í dystin. Chris Brunt og Brown Ideye syrgdu fyri, at Tony Pullis og hansara menn fingu tað eina stigið heim við sær úr Burnley.
Tveir vóru avgjørdir í longdu leiktíðini
Annar dysturin í dag var millum Newcastle og Stoke. Hann endaði eisini við javnleiki. Newcatle legði seg annars á odda 1-0, tá eitt korter var eftir av dystinum, við málið frá Jack Colback. Men langt inni í yvirtíðini syrgdi Stoke veteranurin, Peter Crouch fyri, at Stoke fekk tað eina stigið.
Seinasti dysturin í dag var leiktur í London, har West Ham tók ímóti Manchester United. Hóast Manchester United var favorittur undan dystinum, so var talan um dyst, sum West Ham saktans kundi havt vunnið. West Ham var eisini á odda størsta partin av dystinum, men ein minutt inni í longdu leiktíðini, syrgdi hollendski landsliðsleikarin, Daley Blind fyri, at Manchester United fekk tað eina stigið heim við sær úr London.
Úrslitini frá í dag:
Burnley – West Bromwich 2-2 (2-1)
1-0 Ashley Barney, 11.
2-0 Danny Ings, 32.
2-1 Chris Brunt, 45.
2-2 Brown Ideye, 67.
Newcastle – Stoke 1-1 (0-0)
1-0 Jack Colback, 74.
1-1 Peter Crouch, 90.
West Ham – Manchester United 1-1 (0-0)
1-0 Cheikhou Kouyaté, 49.
1-1 Daley Blind, 90.