BLF viðger málið um búskaparráðið

Felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum er ikki liðugt at viðgera útsøgnirnar hjá Jørgini Niclasen í sambandi við frágreiðingina hjá Búskaparráðnum

Nevndin í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum hevur tikið málið upp um búskaparráðið, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hølvaði av alment, men enn er viðgerðin ikki liðug.

Bergur Berg, formaður í BLF, sigur, at felagið hevur viðgjørt málið, men enn er ikki greitt hvussu tað skal gerast.

? Tað sum er farið er farið og tí halda vit, at tað er rættast at hyggja frameftir. Men vit vita ikki heilt hvussu tað skal gerast, sigur hann.

? Og tað er hetta vit royna at finna út av í løtuni. Men tað er stórur áhugi fyri málinum millum limirnar, so vit skulu finna fram til eina loysn á hesum málinum, sigur formaðurin.