Blel Kadri vann ein góðan sigur, eftir at kláraði at halda sær undan hinum, eftir eitt langt brot. Alberto Contador vísti musklar á seinastu klatringunum og verður avgjørt við í kappingini um gulu troyggjuna.
Blel Kadri, Niki Terpstra, Sylvain Chavanel, Adrian Petit og Simon Yates koyrdu tíðliga frá restini av súkklarunum og kláraðu leingi at halda undan. Tá 50 kilometrar vóru eftir, lógu teir 11 minuttir framman fyri restina av súkklarunum.
Men so komu fjøllini. Blel Kadri fór frá hinum fýra í fyrsta brattanum, samstundis sum Tinkoff-Saxo liðið hjá Alberto Contador setti ferðina upp aftanfyri útbrótararnar. Vincenzo Nibali fylgdi við Tinkoff-Saxo liðnum og ein eftir ein máttu hinir favorittarnir sleppa takinum á Tinkoff-Saxo tokinum. Hinir fýra útbrótararnir vóru eisini tiknir aftur ein fyri og annar eftir, men Blel Kadri megnaði at hóra undan og var fyrstur um mállinjuna. Alberto Contador megnaði seinastu metrarnar at rista Nibali av sær, men vann bara trý sekund á honum.
Vincenzo Nibali sjálvur heldur ikki, at hasi trý sekundini hava nakað at siga.
- Eg fylgdi væl við, tá Alberto Contador royndi at koyra frá mær niðan síðstu brekkuna. Hasi trý sekundini vera ikki avgerandi, tí tað eru enn tvær vikur eftir av kappingini, segði Vincenzo Nibali.
Alberto Contador sjálvur sigur, at orsøkin til tann seinasta spurtin bara nakrar fáar metrar frá mállinjuni, tá hann endiliga slapp frá Nibali, var, at hann helt, teir báðir vóru fremst og kappaðust um sigurin á teininum. Soleiðis var tó ikki. Franski Blel Kadri var longu komin á mál tveir minuttir áðrenn teir.
Fjallateinurin leygardagin vísti tíðiliga, at Alberto Contador er í góðum formi, so enn er einki avgjørt. Fleiri viðmerkjarar halda, at Nibali eigur at óttast Contador. Hóast Vincenzo Nibali kláraði at fylgja við Alberto Contador í dag, so er als ikki vist, at hann klárar tað, tá mótbrekkurnar verða longri og brattari, og tað veit Nibali sjálvur.
Ein annar, ið megnaði at halda ferðini hjá Contador, tó nakað longur afturi, var nýggi liðskiparin hjá Sky, Richie Porte. Eftir at Chris Froome breyt báðar hendurnar, er tað nú upp til Richie Porte at stríðast um sigurin. Og sigast má, at tað gongur væl higartil, Porte liggur nú á 3. plássi.
Alejandro Valverde misti 16 sekund, Van Garderen misti 20 sekund, Mollema 35 sekund og Costa 53 sekund. Andrew Talansky, ið kundi verið ein av avbjóðarunum til gulu troyggjuna, var so óheldigur leygardagin, at hann, bara fáar kilometrar frá mállinjuni, koyrdi á ein kampingvogn við síðunar av vegnum. Hann kom sær á súkkluna aftur og fekk súkklað víðari, men kom á mál heili 2 minuttir og 17 sekund eftir Nibali.
Topp 10 sær nú soleiðis út:
1. Vincenzo NIBALI, Astana, 33:48:52
2. Jakob FUGLSANG, Astana, 1:44
3. Richie PORTE, Sky, 1:58
4. Michal KWIATKOWSKI, Omega Pharma-Quick Step, 2:26
5. Alejandro VALVERDE BELMONTE, Movistar, 2:27
6. Alberto CONTADOR VELASCO, Tinkoff-Saxo, 2:34
7. Romain BARDET, Ag2r La Mondiale, 2:39
8. Rui Alberto FARIA DA COSTA, Lampre-Merida, 2:52
9. Bauke MOLLEMA, Belkin, 3:02
10. Jurgen VAN DEN BROECK, Lotto-Belisol, 3:02
9. teinur: Gérardmer til Mulhouse
Dagsins teinur er 170 kilometrar til longdar og hevur fleiri langar brekkur. TV2 byrjar at senda klokkan 12.15 og fyrstu væntast á mál kl 16.35