- Ofta havi eg hugsað, hvussu alt hevði verið, um eg ikki var farin út hatta kvøldið. Men tað nyttar ikki at hugsa soleiðis.
Tað sigur 28 ára gamli Sigtór Lützen úr Syðradali, um ta ferðina fyri skjótt 12 árum síðani, tá hann bleiv stungin í eygað við knívi.
Tað, sum skuldi verða eitt stuttligt kvøld saman við vinmonnunum í Badmintonhøllini, endaði við at blíva til tað, sum einamest minnir um ein marrudreym. Sigtór Lützen kom upp at kjakast við ein annan drong, og brádliga bleiv hann stungin í eygað við knívi.
- Í tí eg skumpi til hansara, føli eg, at okkurt heitt rennur niður eftir kjálkanum og hálsinum. Eg minnist ikki nakað til nakra pínu, men tað sveið eitt sindur í eyganum, sigur Sigtór Lützen, sum síðani tilburðin hevur havt eitt glaseyga.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Sigtór Lützen, har hann greiðir frá hendingini, hvussu hann hevði hevndarhug, og hvørjar avbjóðingarnar vóru fyrstu tíðina eftir hendingina.