Fýra føroyingar hava um vikuskiftið luttikið í heimsmeistarakapping í inniróðri í Boston. Jógvan Sofus Vilhelmsen úr Klaksvíkar Róðrarfelag bleiv nummar fýra og harvið tann føroyingurin, sum kláraði seg best í kappingini.
Tey fýra, ið luttóku frá Føroyum, vóru Jógvan Sofus Vilhelmsen úr Klaksvíkar Róðrarfelag, sum róði í bólkinum menn, 30-39 ár, Hallur Nattestad úr Róðrarfelagnum Knørri, sum róði í bólkinum mansunglingar, lættvekt, Øssur Hansen úr Miðvágs Róðrarfelag, sum róði í bólkinum menn, 30-39 ár, lættvekt, og Rannvá Lava Olsen úr Danske Studenters Roklub, sum róði í bólkinum kvinnur, opin bólkur.
Jógvan Sofus bleiv nummar 4, Øssur bleiv nummar 7, Rannvá nummar 8, og Hallur nummar 10.
Tíðirnar hjá føroysku rógvarunum og vinnarunum í hvørjum bólki vóru hesar:
Øssur Hansen: nr. 7 við tíðini 06:44.3. Vinnari varð Matthias Schömann-Finck úr Týsklandi við tíðini 06:15.8.
Hallur Nattestad: nr. 10 við tíðini 6:35.4. Vinnari varð Alexander Diedrich úr Týsklandi við tíðini 06:27.4.
Jógvan Sofus Vilhelmsen: nr. 4 við tíðini 6:13.8. Vinnari varð Jens Raab úr Týsklandi við tíðini 6:04.1.
Rannvá Lava Olsen: nr. 9 við tíðini 7:00.2. Vinnari varð Olena Buryak úr Ukreina við tíðini 06:31.6.