FIFA-forsetin, Sepp Blatter er púra greiður: ?Her hugsa Premier League-feløgini als ikki um viðhaldsfólkini hjá sær, og tey okkum øllum tað kenslu, at tey bara ynska at fara á eina langa ferð fyri at vinna pening. Hesar ætlarnirnar hjá Premier League fara ikki at vinna frama, so leingi eg eri FIFA-forseti.? Hetta segði ein avgjørdur Blatter við BBC fyrr í dag. ?Premier League er ríkari, enn hinar fótbóltsligurnar í Heiminum, tí hevur Premier League samsvarandi eina ógvuliga stóra ábyrgd, og tað teir royna at fremja í verki við hesi ætlan, er beinleiðis ábyrgdarleyst! Eg stuðli enska viðhaldsfólkunum. Um eg var ein enskur fótbóltsfjeppari vildi eg sagt: - Nei vælsignaðir spæli dystirnar heima, og fari ikki uttanlands fyri at vísa tykkara kynstur. Sum enskur fótbóltsfjeppari hevði eg mótmælt harðliga!? Blatter rakar eisini eyma punktið hjá onglendingum, og sigur, at ætlanirnar hjá Premier League kunnu forkoma møguleikanum hjá Onglandi at gerast HM-vertur í 2018.