Sepp Blatter, fyrrverandi forseti í Altjóða Fótbóltssambandinum Fifa, verður revsaður við seks áru afturat og átta mánaðum karantenu frá øllum fótbóltsaktivitetum fyri mutur.
Blatter fær eisini eina bót upp á eina millión sveisarfrankar, sum svarar til 6,7 milliónir í okkara krónum. Tað er etiska nevndin hjá Fifa, sum hevur revsað hann. Tað skrivar Reuters.
Eisini Jerome Valcke, sum er fyrrverandi aðalskrivari í Fifa, er revsaður við seks árum afturat og átta mánaðum í karantenu. Eisini her er ein bót upp á eina millión sveisarfrankar.
Blatter hevði longu eina karantenurevsing, sum hevði endað í oktober. Men revsingartíðarskeiðið verður nú longt í drúgva tíð.
Seinasta revsingin merkir, at tann nú 85 ára gamli Blatter er útilokaður frá fótbóltsítrótti fram til 8. juni í 2028. 60 ára gamli Valcke er útilokaður til 8. juni í 2032.
Blatter og Valcke eru báðir funnir sekir í millum annað at hava tikið ímóti ólógligum bónusgjaldingum.
Sambært etisku nevndini hjá Fifa eru bæði Blatter og Valcke sekir í broti á reglurnar hjá Fifa fyri trúfesti, áhugamálsstríði og í at bjóða ella taka ímóti gávum ella øðrum fyrimunum.
/ritzau/











