Blátt Gras gevur í hesum døgum nýggja fløgu út, ið kallast Veðurmaðurin. Hon er upptikin í Crossroad Studio, Asheville.
Hetta er triðja fløgan, sum bólkurin hevur innspælt í hesum víðagitnu upptøkuhølum, og hon bjóðar áhoyrarunum eina frískliga tónlistarliga uppliving við djúpum rótum í bluegrass og fólkatónleiki. Ein fløga við hjarta og sál.
Útgávan fevnir um 10 upprunaløg, øll skrivað av limunum í Blátt Gras. Við sínum serliga ljóði, fangandi søgum og góðum harmonium hava teir skapað eitt sterkt og autentiskt ljóð við sínum serføroyska Americana, Gospel og Bluegrass stíli.
Húsin er gjørdur av Anna og Annað og forsíðan er ein málningur, ið Livar Nysted hevur málað.
Bólkurin arbeiðir í løtuni við at skipa fyri útgávukonsertum, har møguleiki verður at keypa fløguna.
Ein brellbiti av fløguni er at hoyra á Facebook vanganum hjá Blátt Gras.