Blátt Gras á Frelsunarherinum

Sunnukvøldið verður konsert í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn

 

Á konsertini, har tað er ókeypis atgongd, verður eitt sindur av hvørjum.

 

Blátt gras er uttan iva høvuðsnavnið. Bólkurin hevur við fangandi bluegras-tónleiki sínum fangað føroyska lurtaran, og síðani útgávuna í heyst hava teir verið nógv frammi.

 

Tær 4 er bólkur, sum mannaður við kvinnum úr Frelsunarherinum. Tær 4 góvu út fløgu fyri trimum árum síðani, og tær hava ofta havt framførslur.

 

Eisini verða tónar frá hornorkestrinum hjá Frelsunarherinum at hoyra.

 

Konsertin er ókeypis, og hon byrjar klokkan 18 nú sunnudagin.