Blandi meg ikki upp í at Atlantsflog byggir hotell

Hvat mær viðvíkur, er málið avgreitt, sigur landsstýrismaðurin

Tað er einki í vegin fyri at Atlantsflog er við í eini ætlan um at byggja eitt stórt hotell í Havnini. Tað var boðskapurin, Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevði til Vinnunevndina hjá Løgtinginum í gjár.

 

Tað hevur vakt ans, at Atlantsflog, sum er eitt alment partafelag, nú ætlar at byggja eitt stórt hotell í Havnini saman við tryggingarfelagnum, Lív. Hetta hendur samstundis sum at tey privatu hotellini í Havn ætla at byggja munandi út og tey halda, at tað er kappingaravlagandi, at eitt alment partafelag fer at byggja hotell. 

 

Síðsti leikurin í hesum málið varð í gjár, tá ið Vinnunevndin hjá Løgtinginum sendi boð eftir landsstýrismanninum at koma í samráð, har hann skuldi svara spurningum frá nevndini um ætlanina. 

 

Í hesum sambandi varð hann spurdur um hann heldur, at tað kann góðtakast, at eitt alment partafelag fer at byggja hotell, samstundis sum at privatu hotellini byggja so nógv út, at seingjartalið verður meiri enn tvífaldað.

 

Higartil hevur Poul Michelsen ikki viljað lagt seg út í ætlanina hjá Atlantsflog, og nú eftir samráðið í Vinnunevndini, hevur hann ikki broytt hugsan. Tað er ikki í stríð við viðtøkurnar hjá Atlantsflogi, at tey eru við í eini ætlan um at byggja hotell, sigur hann. 

 

Hann vísir á, at Atlantsflog er eitt partafelag, og endamálið hjá einum partafelag er at forvinna pening, og so ger tað ongan mun, hvør eigur partapengarnar. Og hann hevur eisini álit á, at nevndin í Atlantsflog er væl skikkað at taka eina avgerð sum hesa, og hevur fyrireikað avgerðina væl og hevur gjørt eina váðameting av íløguni.

 

Hann sigur, at Atlantsflog hevur tikið hesa avgerðina um at vera við í eini hotellbygging við tí endamáli at styrkja sína støðu á ferðafólkamarknaðinum, sum er tað, felagið livur av. 

 

Somuleiðis hevur felagið boðað frá, at avlopið av hotellinum kann gera sítt til at prísurin á ferðaseðlum fer at lækka enn meiri. Hinvegin stúrir Poul Michelsen ikki fyri, at prísurin á ferðaseðlum fer at hækka fyri at spjaða til hotellið, skuldi tað givið hall.

 

– Váðin hjá Atlantsflogi er er 20 milliónir, so hann er avmarkaður aftur ímóti eginpeninginum hjá felagnum. Og skuldi tað gingið heilt galið, hevur hotellið eitt virði í sær sjálvum, so eg stúri ikki fyri, at Atlantsflog fer at hækka prísin á ferðaseðlum fyri at rinda fyri eitt hall hjá hotellinum, sigur hann.